Skálafjørður liggur innast í fjørðinum av sama navni, sum úr…
Elduvík
Elduvík liggur á landnyrðingssíðuni á Eysturoynni í víkini, sum er uttarlaga við eystara arm av Funningsfirði.
Sereyðkenni:
Bygdin liggur við sjógvin fyri endan av longum, grønum dali, ið er umgyrdur av høgum og brøttum fjøllum. Djúpi dalurin sýnist mildur og blíður við Stórá makiliga rennandi eftir slættanum. Vestarumegin ánna er hugnaligi gamli býlingurin, har smáu húsini í bjørtum litum standa tøtt rundanum skúlan og kirkjuna. Eystarumegin er støðin, har neystini eru skipaði um lendingina eins og í einum rómverskjum amfiteatri. Hagani gongur gamla bygdagøtan gjøgnum líðina til Oyndarfjarðar, sum áður var kirkjubygd hjá elduvíkingum.
Kirkjan í Elduvík er teknað av H.C.W. Tórgarð, arkitekti, við gomlu føroysku trækirkjunum sum fyrimynd og varð vígd í 1951. Kirkjugarðurin varð tikin í brúk longu í 1926 at spara elduvíkingum knossið at bera líkini gjøgnum líðina fyri at fáa tey í vígda jørð í kirkjugarðinum í Oyndarfirði. Líkhellan stendur dygst við kirkjuvegin. Her søgdu tey, sum eftir vóru, líkinum farvæl áðrenn farið var í líðina.
Eystanfyri bygdina er gjógv við lending, har tað er serstakliga vakurt at kava. Nógvur krabbi er at síggja á botninum. Elduvík er av ringastu brimplássum, so ansast skal eftir havalduni, sum serliga á høgætt stórsligin kemur brestandi uttan úr havinum og ruddar alt, sum fyri er.
Marmennilin
Ein kend søgn úr Elduvík er søgnin um Marmennilin, ið sigst at liva á havsins botni og gera útróðrarmonnum mein við at taka agnið av onglunum og seta fast í botn, so at teir mugu slíta snørini. (Les søgnina her)
Á heysti í 2016 tók Elduvíkar Bygdar- og fornminnisfelag avgerð um at skipa nevnd, ið skuldi fara undir at varðveita søgnina um marmennilin.
Fyrsta stig var at fáa listarmann at átaka sær uppgávuna at gera eina standmynd, ið lýsir søgnina um marmennilin. Tíðliga í 2017 játtaði Hans Pauli Olsen at gera standmyndina, sum skuldi stoypast úr bronsu við einum sokkli úr basalti ella granitti.
Standmyndin bleiv avdúkað 23. august 2020.
Les meira um søgnina og verkætlanina á marmennilin.fo.
Aðrar sagnir og ævintýr:
Anfinnur og synir hansara
Judasarheyggjur
Tær horvnu
Húsarænararnir ella húsamannahatturin, sí Jákup Jakobsen, ”Sagnir og Ævintýr I”.
Friðsæla & Mindfulness
- At fara undir kav í gjónni til ein stillan heim undir vatnskorpuni.
- Sita millum neystini og eygleiða, hvussu himmal og hav møtast í havsbrúnni.
- Njóta fuglalátur og jarman frá seyðinum í kvirruni, meðan gingið verður fót fyri fót inn í djúpa dalin.
Upplivilsi:
- Gongutúrur frá Elduvík til Funningsfjørð
- Gongutúrur eftir bygdagøtuni millum Elduvík – Oyndarfjørð
- Kava á víkini við kavingarleiðara, sí HER
Søgur og sagnir
Søgnin um Marmennilin
Visit marmennilin.fo for detailed information about the statue and ... Sí meira
Søgnin um Marmennilin
Visit marmennilin.fo for detailed information about the statue and ...
Sí meira