Skip to content
DCIM100MEDIADJI_0460.JPG

Skálafjørður

Skálafjørður liggur innast í fjørðinum av sama navni, sum úr útsynningssíðuni klívur syðra part av Eysturoynni í tvey.

Sereyðkenni:

Bygdin liggur á slættanum undir høgu fjøllunum vestaru megin Fjarðará. Stóra áin rennur gjøgnum fleiri hyljar á veg gjøgnum djúpa dalin, sum skilir báðar teir stóru firðirnir í Eysturoynni. Hon tømist út í ósan innast í fjaðrabotninum, har stórur sandur er. Friðarligt er í sjónum, tí fjørðurin hevur gátt, so havaldan kemur ikki inn. Her er fiskiligt og nógvur vaðfuglur er at síggja.

Skálafjørður er og hevur verið vegamót fyri allari ferðslu til og úr oynni bæði norður- og suðureftir. Soleiðis var eisini í fyrndini, tí næst ánni, fjórðing inni í dalinum, er gamli tingstaðurin Stevnuválur og omanfyri vegin eystarumegin fjørðin eru Valaknúkar, har lógbrótarar vórðu stoyttir oman.

Friðsæla:

  • Ganga framvið mongu hyljunum í Fjarðará.
  • Sigla við smábátum í mongu hyljunum í Fjarðará.
  • Standa við tráðu í ósanum heystardag at vita, um laksur bítur á.
  • Ganga fram við Fjarðará niðan í Tippafoss at lata reina vatnið skola kroppin.
  • Lata fossadunið á Tippafossi lokað verðina úti.

 

Upplivilsi:

Gongutúrur úr Skálafirði til Oyrar, sí HER 

Gongutúrur úr Skálafirði til Kambsdal, sí HER

 

Sagnir:

Byggingin av Skálafjørði

Sápulin

Óli í Seblendi

Úr Tórsvík (Hósvík)

Back To Top