Jól
Í Runavíkar kommunu eru fleiri ymisk jólatiltøk, eitt nú stóra jólakonsertin í Løkshøll, Jól við Løkin. Eisini eru onnur tiltøk kring alla kommununa, millum annað brandbilurin, sum er á ferð við jólamonnum og pakkum, tá jólatrøini tendra. Eisini vitjar jólaskip við jólamonnum og nissum hvørt ár. Til ber eisini at vitja víðagitna og hugnaliga jólabýin í Æðuvík, sum altíð er prýddur við nógvum jólapynti.
Fylg við á Facebooksíðuni “Jól í Runavíkar kommunu“, har kunning og skrá verður kunngjørd og dagførd.





