Skip to content

Laksatorgið

Stóra familjutiltakið Laksatorgið var fyrstu ferð í 2001, og síðani hevur tiltakið ment seg til at vera eitt sera vælumtókt fólksligt tiltak. Undirtøkan er vaksin á hvørjum ári og fleiri tiltøk eru afturvendandi, so sum smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrost og sølutorg við alskyns lutum.

Laksatorgið verður hildið í hugnaliga umhvørvinum niðri á støð á Glyvrum. Økið er væl skipað, strondin er skamt harfrá, neyst liggja framvið umframt snotuligu húsini hjá bátafelagnum.

Les meira á Facebooksíðuni “Laksatorgið“, har kunning og skrá verður kunngjørd og dagførd.

Back To Top