Eystanstevna

Eystanstevnan verður hildin á hvørjum árið í Runavík. Annað hvørt ár er FM-róður á Eystanstevnuni í Runavík.

Nógv verður gjørt burturúr stevnuni, ein hópur av mentanartiltøkum at fara til.

Stevnan verður fyriskipað av hesum feløgum í Kommununi: Tjaldur, Støkk, NSÍ, Mentanarhúsfelagnum, Kappróðrarfelagnum NSÍ og KFUM skótunum.

Í 2021 verður Eystanstevna øðrvísi skipað enn undanfarnu ár. Stevnan verður samantvinnað við Føroyaleikunum, ið ÍSF skipar fyri í døgunum 8. – 11. juli.

Í Runavík verða hesar kappingar:

  • Taekwondo
  • Kappróður
  • Fimleikur
  • Fótbóltur
  • Súkkling

Setan verður fríggadag 9. juli í Løkshøll, og miðnáttarsamkoma verður í skótahúsinum leygarkvøldið 10. juli.

Arbeitt verður við at fáa fleiri tiltøk á skrá, og væntandi er ein eystanstevnuskrá saman við føroyaleikaskránni tøk miðskeiðis í vikuni.

Stevna á Skála

Bygdastevnan á Skála er á hvørjum árið. Fjórða hvørt ár er hon eisini Fjarðastevna, og tá er FM-róður á stevnuni. Bygdastevnan verður vanliga hildin í mai mánaða og Fjarðastevnan í juli.

Tað eru Skála Ítróttarfelag og Skála Róðrarfelag, sum í felag skipa fyri stevnunum.

Fjarðastevna á Skála skuldi eftir ætlan vera 12. juni, men tiltøkini í 2021 eru avlýst og kappróðurin verður uttan áskoðarar.

Ferðafólkakortið

Vit hava gjørt eitt kort yvir Runavíkar kommunu, ið vísir tær upplivingar og upplýsingar, ið tær tørvar sum ferðafólk í Runavíkar kommunu, umframt eina rúgvu, ið er áhugavert.

Sí kort