Gongutúrar
Onki er sum ein góður gongutúrur í haganum. Tær nýtist ikki at fara langt fyri at uppliva stórslignu og óspiltu føroysku náttúruna.
Á leiðini eru mong áhugaverd støð, ið eru knýtt at søgu og sagnum.
Gongutúrarnir, ið víst verður til á síðuni, eru bæði eftir bygdargøtum, ið eru merktar við varðum og pelum eins og túrar niðan á einstøk fjøll.
Ikki er tað vandaleyst at vála á føroysku fjøllunum, og bert tú teg skeivt at, kann tað vera lívshættisligt. Tí eru orðini fyrireiking, fyrivarni og trygd lyklaorðini, áðrenn túrin.
Bygdagøtur
Skal gongutúrurin vera langur ella stuttur? Skulu børnini við? Skal túrurin vera lættur ella avbjóðandi? Nýggja heimasíðan hjá Visit Faroe Islands, ið kallast bygdagøtur.fo, kann hjálpa at fyrireika gongutúrin eftir bygdagøtum.
Skálafirði – Kambsdal
Gongutúrur úr Skálafirði til Kambsdalar. Túrurin byrjar við barnagarðin ...
Sí meira