Gongutúrar
Onki er sum ein góður gongutúrur í haganum. Tær nýtist ikki at fara langt fyri at uppliva stórslignu og óspiltu føroysku náttúruna.
Á leiðini eru mong áhugaverd støð, ið eru knýtt at søgu og sagnum.
Gongutúrarnir, ið víst verður til á síðuni, eru bæði eftir bygdargøtum, ið eru merktar við varðum og pelum eins og túrar niðan á einstøk fjøll.
Ikki er tað vandaleyst at vála á føroysku fjøllunum, og bert tú teg skeivt at, kann tað vera lívshættisligt. Tí eru orðini fyrireiking, fyrivarni og trygd lyklaorðini, áðrenn túrin.