Visit Runavík

Visit Runavík er sett á stovn við tí høvuðsendamáli at menna og birta upp undir ferðavinnu sum vinnu, fyri at skapa mentanarligar upplivingar í økinum og til at veita eina góða tænastu til borgaran í kommununi, gestir í Føroyum og ferðafólk sum heild.

Ferðafólkakortið

Vit hava gjørt eitt kort yvir Runavíkar kommunu, ið vísir tær upplivingar og upplýsingar, ið tær tørvar sum ferðafólk í Runavíkar kommunu, umframt eina rúgvu, ið er áhugavert.