Mentanarvikan í Runavíkar kommunu
Er tað nakað, ið ber boð um vár, so er tað árliga Mentanarvikan í Runavíkar kommunu. Hvørt ár spíla íbúgvar, saman við øðrum góðum kreftum, seg út við nógvum góðum íkasti til skránna.
Hvørt ár er skráin full við nógvum áhugaverdum tiltøkum so sum tónleiki, bókaframløgum, undirhaldi, fyrilestrum, listaframsýningum og mongum afturat. Aftuvendandi tiltøk í rúgvusmiklu skránni eru millum annað eitt orðaskifti um móðurmálið, morgumatur fyri íbúgvar í kommununi og stór konsert í Løkshøll.
Mentanarvikan hevur okkurt at bjóða til allar aldursbólkar og øll áhugamál og tiltøk eru í øllum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu. Eitt gott høvi at vitja hvønn krók í kommununi!
Kunning og skrá verður kunngjørd á Facebooksíðuni “Mentanarvikan í Runavíkar kommunu“, sum leypandi verður dagførd.


