Visit Runavík hevur seinastu tíðina sett íverksetan og ferðavinnu á breddan. Talan var um eina fyrilestrarøð, har sjóneykan bleiv sett á íverksetan og møguleikar innan ferðavinnuna. Toymið á Visit Runavík hevur í rúma tíð arbeitt við at skipa staðbundnar verkætlanir innan ferðavinnu, har meginparturin av inntøkunum fer til bygdina, staðbundnar felagsskapir ella bygdafólkið. Vit miða altíð ímóti, at trivnaður og nøgdsemi eru í hásæti, tá ið vit skipa ferðavinnu. Fyrilestrarnir vóru skipaðir á ymsan hátt. Antin greiddu íverksetarar frá sínum royndum ella var eitt evni á skrá td. hópfígging, at stovna virki ella eitthvørt ítøkilig tema. Fyrilestrarnir vóru á Bókasavninum við Løkin í Runavík og ætlanin er at skipa fyri fyrilestrum aftur.
26. oktober 2023 – Far til verka
Fyrsta kvøldið verður hóskvøldið 26. oktober við Odu Andreassen, íverkseta. Fyrilesturin ber heitið: “Far til verka”. Oda fer m.a. at greiða frá síni tilgongd sum íverkseti og letur fólkum góð ráð á vegnum, tá ið nýtt virksemi verður sett í gongd. Samson Højgaard er íverkseti og eigari av boat.fo. Hann fer at greiða frá, tá ið hann byrjaði sítt virksemi, um tilgongdina og hvussu støðan er í dag.
13. november 2023 – Heimablídni
Næsti fyrilesturin røðini, verður mánakvøldið 13. november, og tá er Heimablídni á skrá. Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands fer at greiða frá hugtakinum og tilboðnum Heimablídni. Hvørji eru krøvini og reglurnar í sambandi við Heimablídni? Hvussu brúkar Visit Faroe Islands heimablídni í marknaðarføringini av Føroyum? Og hvønn leiklut hevur heimablídni í nýggju ferðavinnustrategiini? Næst á skrá er Harriet Olafsdóttir, íverkseti og bóndi. Hon fer at greiða frá sínum royndum – hvussu byrjaði hon og hvussu sær gerandisdagurin út í dag. Súsanna og Harriet svara fegnar spurningum. Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 13. november kl. 19-21 og eru ókeypis.
29. januar 2024 – Frá hugskot til virksemi & hópfígging
Kundi tú hugsað tær at gjørt títt hugskot til veruleika?
Visit Runavík skipar fyri fyrilestrinum : ‘Frá hugskoti til virksemi’. Hetta er triði fyrilesturin í fyrilestrarøðini um íverksetan innan ferðavinnu. Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari á Íverksetarahúsinum og Sóley Heradóttir Hammer, leiðari á Hugskotinum koma á gátt at greiða frá um tænastur og ráðgeving, sum stovnarnir veita íverksetarum. Sigrun fer harumframt at greiða frá Hópfígging. Bogi Krossteig, sum eigur North Atlantic Diving, sigur frá tilgongdini frá hugskoti til veruleika, og hvørjir fíggingarmøguleikar eru. Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 29. januar kl. 19.-21 og eru ókeypis.
19. februar 2024 – SÓLSKINSSØGUR
Sólskinssøgur innan ferðavinnu og íverksetan er evnið til fyrilestrarnar mánakvøldið 19. februar. Tríggir sera spennandi fyrilestrar eru á skrá. Maud Wang Hansen kemur at siga frá sínum virksemi úti í Nólsoy. Hon hevur ‘Hjá Maud’ har hon, sum liður í at tálma veðurlagsbroytingum, er farin undir at velta egið grønmeti. Eisini hevur hon heimablídni, ið byggir á burðardygga matmentan við føroyskum heimagjørdum mati og stuttfluttum rávørum.
Hjúnini, Bartal í Gongini og Berit Unn Petersen, fara at siga frá síni fyritøku, Rent a Bike & Outdoor. Frá íverksetarafelagi til smápartafelag, hava tey ment eitt nýtt ferðamál fyri súkklarar. Í sambandi við hesar sólskinssøgur fáa vit eisini innlit í hvussu ein stovnar eitt íverksetarafelag ÍVF. Magni Thomsen frá Íverksetarahúsinum kemur at greiða frá. Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 19. februar kl. 19-21, og eru ókeypis.
18. mars 2024 – Ferðaleiðari: Ískoytisvinna ella livibreyð?
Hugsar tú at gerast ferðaleiðari? Hvussu skal tilgongdin vera? Er neyðugt við útbúgving ella eru persónligar søgur úr bygdini frá einum lokalum fullgóðar? Sum íverkseti innan ferðavinnu eru fleiri spurningar, ið stinga seg upp. Ein nokk so týðandi spurningur er hvussu títt tilboð ella tænasta kann vera øðrvísi enn hjá øðrum. Kom framvið Bókasavnið við Løkin og hoyr hvørja leið onnur hava valt og fá íblástur.
Astrid Tórsdóttir Johannesen, ferðaleiðari og útlærd á skúlanum í Vestmanna, Jóanis Erik Køtlum, røktingarmaður í Funningi og Poul Johannes Reyná, bóndi í Elduvík, hava øll royndir sum ferðaleiðarar. Tey hava ymiskar tilgongdir til starvið, men hjá øllum er tó talan um eina ískoytisvinnu, tí tey hava ikki starvið sum ferðaleiðarar sum sítt livibreyð. Hetta kvøldið fara tey at greiða frá sínum royndum. Harumframt fer Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestmanna, at greiða frá hvussu undirvísingin á ferðavinnuskeiðnum bæði er teoretiskt og praktiskt skipað.
Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 18. mars frá kl. 19-21, og eru ókeypis.
Øll eru hjartaliga vælkomin
….
Meira er at frætta á facebookvanganum hjá Visit Runavík
Toymið vónar, at bæði ung sum eldri fara at luttaka, tí óansæð aldur ber til at gerast ein partur av ferðavinnuni. Tað er ókeypis at luttaka, og ein drekkamuður verður eisini at fáa.