Prestá á Skála er miðdepil um vakurt fríøki við byrgingum,…
Hvíthamar
Leiðin frá Gjáarsskarði út á Hvíthamar, niðaná Skeggjanøv og oman aftur framvið hegninum, er ein einastandandi flottur og serstakur túrur.
Eisini er talan um ein stuttan tein, men tað er eitt sindur tungt at ganga, og tá ið tú kemur niðaná, er ein nøv sum hevur eina ógvisliga fallhædd, so verð varin.
Gongutúrurin er ikki eftir almennari bygdagøtu. Leiðin er væl frámerkt við skeltum og pelum. Ovast á Hvíthamri er ein útsýnispostur við einum rimagirðing. Tað er bratt og kann verða vindhart á hamrinum.
Vit viðmæla ein staðbundnan ferðaleiðara, ið eisini kann greiða frá søgum og søgnum frá økinum.
Samband:
Visit Runavík
visit@runavik.fo
417060