Skála – Selatrað
Tá gingið verður frá Skála til Selatraðar eru tveir møguleikar at velja í.
Ein gongugøta er við brúnna um Gjógvará við landsvegin omanfyri bygdina Skála, og heldur fram niðan millum Borgarfelli og Kamb. Hetta er eisini gongugøtan sum Skálafólk nýttu í gomlum døgum, tá tey fóru til Selatraðar at arbeiða á bóndagarðinum hjá Jóhan Petur og Mariu.
Her er lætt at ganga og varðar vísa leiðina líka til komið verður nakað oman ímóti Selatrað. Hetta er ein góður túrur eisini hjá familjum við børnum. Ein góðan summardag kunnu vit viðmæla at steðga verður á við ánna. Á vegnum ber til at síggja leivdirnar av teimum gomlu torvhúsunum. Fer ein eitt sindur burtur frá gongugøtuni og niðaná Tjørn er møguleiki fyri at svimja í tjørnini.
Á túrinum í góðveðri er útsýni avbera vakurt. Síggjast kann út yvir Skálafjørð, yvir á Tyril og Stórafjall.
Hin gongugøtan er tætt við Ítróttahøllina, har møguleiki er at fylgja Kumlá niðan á og síðani halda fram niðan millum Borgarfelli og Kamb. Hesa gongugøtuna nýttu fólk av Selatrað tá tey fóru til arbeiðis á Skipasmiðjuni. Hendan gøta er ikki merkt við varðum, men um Kumlá verður fylgd niðaná Trongannagjógv, so eru varðar, ið vísa leiðina víðari nakað oman ímóti Selatrað.
Túrurin er um 5 kilometrar langur. Roknast skal við, at hann tekur knappar 2 tímar, um gingið verður við róligari ferð.
Um tit ikki ætla at ganga báðar vegir, umhugsið fart aftur á Skála, áðrenn tit fara til gongu.
Minst til, tá tú fert í hagan:
Gakk ikki í mjørka
Sig frá, áðrenn tú fert
Órógva ikki heiðafuglin og seyð
Halt náttúruna reina
Siður er at leggja ein stein á varðarnar, tá komið verður framvið
