Hugnaligt heimablídni hjá VisitHomes í Leirvík. Opið er eftir avtalu…
Mittúnsfestið á Selatrað
Vitja seyðagarðin “Mittúnsfestið” á Selatrað
Við at tillaga og samantvinna garðsvirksemið til ymisk ferðavinnutilboð, kunnu vitjandi uppliva Føroyar og føroyska mentan, sum vanliga knýta seg at einum siðbundnum seyðagarði úti á bygd.
Konseptið er kallað lamb.fo, og lyklaorð sum seyður, náttúra, nærumhvørvi og tilfeingi verða snúningspunkt í upplivingunum.
Dentur verður lagdur á góðsku, søguforteljing, burðardygd, gagnnýtslu/virðisøking av tilfeingi, mentanarmiðling og ikki minst nærveru og góða tænastu.
Sí meira um spennandi ferðavinnutilboðini á seyðagarðinum Mittunsfestið á lamb.fo.
Samband: lamb@lamb.fo • Tel: +298 512604 • Bústaður: 497 Selatrað