Skip to content

Heimablídni á Áargarði í Leirvík

Heimablídni hjá VisitHomes

KOM INNAR!

Í gamla hugnaliga býlinginum – úti á Áargarði í Leirvík, á veg út til minnisvarðan havi eg “Heimablídni” hjá mær.

Eg eiti Lilja Víká og búgvi á Áargarði 10.

Eg búði øll míni fyrstu barnaár á garðinum hjá ommu og abba, og flutti innaftur, tá ið eg gjørdist vaksin, tí mær hevur altíð dámt væl her á garðinum. Nú eru húsini umbygd og nakað størri, men andin er júst tann sami í hugnaliga bygdarlagnum.

Tað vekir góð minnir og tað fløvir mítt hjarta, tá ið eg hugsi um mín uppvøkstur her á garðinum. Fólk komu hvørjum øðrum við og gingið bleiv húsanna millum til eitt prát. Eisini stukku fólk inn á gólvið, og meg minnist at omma átti altíð te og okkurt heimabakað at bjóða. Minnist enn angan av sandkakuni við appelsinsmakki, og at kakan bleiv sett inn í skápið í stovuni.
Útsýnið norður í gjøgnum djúpini og sólsetur kvøldini, tá ið lofthavið fekk sín heita lit og nógv fremmandafólk koma út á Egg at síggja sólina fara í kav, bergtók meg – og enn standi eg púra býtt hesar løtur.

Eisini hava skímingarløturnar fest seg í minnið. Tá sótu eg og omma oftani við einum borðspæli, meðan abbi lurtaði eftir útvarpinum. Tað var ein sovorðin friður yvir løtuni.
Tað er til hendan friðin, og í tí andanum, at eg vil bjóða mítt heimablídni til tykkara.

Kemur tú framvið og merkið veittrar uttanfyri, so er «Heimablídni» opið. Eisini ber til bíleggja pláss á tlf 506460.

Vælkomin innar!

VisitHomes á eatlocal.fo og á Facebook

       

       

Back To Top