Skip to content

Prestá

Prestá á Skála er miðdepil um vakurt fríøki við byrgingum, hyljum og ósasandi, har toftirnar av nógva virkseminum á staðnum síggjast í bønum. Áin er nógv vitjað og mong vitjandi velja eisini at fara ein gongutúr eftir gøtuni fram við Prestánni frá hylinum, oman í ósan og út á Ytra Skála.
Í 2015 fekk Runavíkar kommuna heiðurin ”best fyriskipaða náttúruøkið” fyri fríøkið við Prestá. Grundgevingin er, at talan er um gott tiltak, sum bygdafólkini hava tikið stig til og eisini sjálvboðin taka aktivan lut í at gera Prestá til frítíðarperlu.

Økið hevur fleiri møguleikar í framtíðini við fornminnum sunnanfyri Prestá og strandøkið niðanfyri, har fuglalívið kann bliva fjøltáttari.

Myndafólk: Tummas M. Jacobsen

 

Vetrarmynd
Vetrarmynd
Gongutúrur við frásøgufólki
Fríøkið við Prestá
Back To Top