Vitja seyðagarðin "Mittúnsfestið" á Selatrað Við at tillaga og samantvinna…
Skála
Skála liggur miðskeiðis á vestara armi á Skálafjørðinum, sum úr útsynningssíðuni klívur syðra part av Eysturoynni í tvey.
Bygdin er fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, ið er skrivað uml. ár 1350-1400. Tá hevur bygdin fingið loyvi til at hava tveir hundar.
Sereyðkenni:
Húsini standa í fleiri røðum úr sjóvarmálanum og niðan slættan móti grønu líðini. Omanfyri standa høgu fjøllini, har stórar áir stoyta seg oman á slætt og út á sjógv. Friðarligt er í fjøruni, tí fjørðurin, sum ber navnið á bygdini, hevur gátt, so havaldan kemur ikki inn. Hetta er Føroya størsta náttúruhavn. Havnarlagið á Skála er væl útbygt og og er her landsins størsta skipasmiðja, sum bæði ger nýbygningar og umvælingar. Umframt smábátahavn hevur bygdin eisini stórt stadionøki.
Kirkjan á Skála er teknað av H.C.W. Tórgarð, arkitekti, og vígd í 1940. Áðrenn tað gingu skálafólk út á Strendur í kirkju. Innan er kirkjan prýdd við litføgrum vindeygum og litaðum stavum, sum hevur íblástur úr Skúvoyar kirkju, ið er teknað av sama arkitekti. Uttan hevur kirkjuveggurin brettatekningar av stoypingini og tornur í hálvættirnar.
Við Prestá stóð kirkja í 1600-talinum, tá áin leyp ein sunnudag undir guðstænastu og tók kirkju og alt kirkjufólkið út á sjógv. Nú er áin miðdepil um vakurt fríøki við byrgingum, hyljum og ósasandi, har toftirnar av nógva virkseminum á staðnum síggjast í bønum.
Friðsæla og ró:
- Njóta friðin og vakurleikan fram við Prestánni frá hylinum og oman í ósan.
- Í friði spáka túr eftir ovaru bygdagøtuni og fáa sær ein vatnsopa úr lakjuni.
- Ganga heim eftir niðara vegi og taka seg omanum neystini at skoða út á fjørð.
- Seta seg í Gjógvará at hoyra áina tutla.
Upplivilsi:
Gongutúrur av Skála til Selatrað
Gongutúrur av Skála til Brigðufelli, Fjalli, Klórarin, Kambur, Slættafelli og Borgarfelli, sí HER
Sagnir:
Vættrarnar á Skála
Niðagrísur og Loddasar steinur
Ormur bóndi á Skála
Loki á Skála
Skálabáturin
Byggingin av Skálabotni
Óli í Seblendi