Vitja seyðagarðin "Mittúnsfestið" á Selatrað Við at tillaga og samantvinna…
Skipanes
Skipanes liggur miðskeiðis á eystara armi á Skálafjørðinum, sum úr útsynningssíðuni klívur syðra part av Eysturoynni í tvey.
Sereyðkenni
Bygdin liggur niðan frá nesinum í grønu líðini undir Gøtueiði. Vallað er oman i fjøruna og smáar áir renna oman á sjógv. Djúpt er niðurfyri og friðarligt í sjónum, tí fjørðurin hevur gátt, so havaldan sleppur ikki inn. Skipanes var tí tíðliga í tíðini brúkt sum vetrarhavn hjá skipum. Víkingahøvdingurin Tróndur í Gøtu sigst at hava havt neyst her og hevur neyst við vøllgarði, kallað Tróndarneyst, staðið við sjóvarmálan til seint í 20. øld.
Friðsæla og ró
- Sita í fjøruni og síggja hvussu tað fløðir og fjarðar.
- Liggja í bønum í skýmingini og síggja dimmið leggja seg um land og hav.
- Heit og væl ílatin sita afturundir við einum heitum drekkamunni, eygleiðandi glaðustrokini á fjørðinum.
Upplivilsi:
Gongutúrur av Gøtueiði til Støðlafjall, Stórafjall og Miðalfelli, sí HER
Sagnir:
Írakøstatoftir
Kongsmaðurin