Skip to content

Æðuvík – Nes

Gongutúrur úr Æðuvík til Nes.

Niðaná úr Æðuvík verður gingið gjøgnum Promsgil. Fyrr í tíðini skundaðu fólk sær fram við Promsgili, tí her søgdust huldufólk búgva . Síðani gongur leiðin fram við Amtmansheiðum. Við heiðarnar varð torv til amtmannin skorið, og hiðani stavar navnið.  Komin heilt niðan á er útsýni yvir Skorðina á Borðoynni, Nólsoynna, Gásafelli, Glyvrafjall, Stórafjall, Støðlafjall, Tyril og Strandafjall.

Á túrinum gongur leiðin fram við Fransakrógv. Krógvin hevur fingið navnið eftir eini konu, sum nevndist Maria. Maria tænti í prestagarðinum á Nesi og gekk eftir torvi í Fransakrógv. Hon varð søgd vera eitt satt konubrot. Túrurin gongur yvir gamlar torvheiðar. Lendið er slætt og gott at ganga á, og varðarnir eru í góðum standi.

Leiðin gongur eisini niðan á  Vørðuna (160m), har útsýnið er sera vakurt yvir Nólsoynna, Sandoynna, Streymoynna, Kaldbaksfjørð, Kollafjørð, Skálafjørð og Sundalagið.

Tá tað nærkast Nesi verður gingið gjøgnum Fornagjógv. Her er útsýni yvir  Starvatn og Kornvatn.

Frá seinasta varðanum eru  umleið 200m til portrið, Fornalið. Frá portrinum eru umleið 150m til varðagøtuskeltið niðri á vegnum.

Túrurin endar á Nesi

Les meira um gongutúrin á bygdagøtur.fo

Back To Top