Skip to content

Skálafirði – Kambsdal

Gongutúrur úr Skálafirði til Kambsdalar.

Túrurin byrjar við barnagarðin í Kambsdali. Gøtan byrjar við ánna. Her er eingin týðulig slóð at fylgja, men tak teg niðanfrá til vinstru (sunnan). Leiðin gongur yvir torvheiðar niðan á Skarðsbrúgv, her er ein kliv. Ovast í klivini kemur tú niðan á Skarðsbrúgv har tann fyrsti varðin er at finna. Fylg varðunum til Trælavatn, halt teg til norðursíðuna og fylg gomlu varðagøtuni. Tak leiðina til Rossastígar, ið er eitt sindur brøtt. Hygg oman ímóti slættanum, so sær tú varðarnar, ið tú skalt fylgja. Oman ímóti Tundradalur er best at ganga fram við ánni sunnantil (á vinstru síðu). Túrurin endar niðri á høvuðsvegnum við bensin-støðina í Skálafirði.

Les meira um túrin og síggj myndir á Kambsdalur – Skálabotn (hikewithpol.fo)

Back To Top