Skip to content

Jólaskipið

Hvørt ár vitjar jólaskipið í Runavík og saman við jólamonnunum fara vit niðan til jólabýlingin við Løkin beint við rundkoyringina. Tónleikur setur ein dám á løtuna og sum siðvenja syngja jólamenninir nakrar sangir saman við børnum. Nissugenturnar plaga eisini at leggja leiðina forbí og okkurt gott til góman er at fáa. Nærri kunning um øll jólatiltøk í kommununi er á facebookvanganum Jól Í Runavíkar kommunu.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Jól í Runavíkar kommunu

Back To Top