Jólabygdin Æðuvík

Í mong ár hevur bygdin Æðuvík verið kend millum manna sum Jólabygdin. Á hvørjum ári eru tað hundraðtals fólk, ið vitja Æðuvík á jólum og eftir hondini er hendan bygdin blivin betri kend sum Jólabygdin.
Jólaperur í alskyns litum, stjørnur, jólatok, seyðamenn á vakt, Gabriel, vísmenninir, jólatrø og nógv annað finnur tú í Æðuvík. Jólapyntið her er annarleiðis enn aðrastaðni, av tí at tað mesta stendur úti í náttúruni og er harafturat hondgjørt av nøkrum megnar fólki í bygdini.
Tá november mánaði byrjar at halla og myrkrið hevur vunnið á ljósinum, kunnu dagarnir byrja at tyngjast. Tá er tað gott at vit hava jólaperur av alskyns slag, ið ikki bara lýsa upp, men somuleiðis prýða hús, vindeygu, veggir og í Æðuvík eisini náttúruna. Børnini elska tað og tey vaksnu tykjast eisini at dáma tað.
Hjá nógvum er ein biltúrur til Æðuvíkar í jólamánaðinum vorðin ein fastur táttur. So kom ein túr til Æðuvíkar í desember og hygg hvat alt tosi er um. Tú fert heilt sikkurt avstað aftur við einum smíli.
Í ár tendrar Jólabygdin í Æðuvík 26. november kl. 15:45, ið er samstundis sum jólatræið verður tendrað

Jól í Runavíkar kommunu

Nýggjárshald

Nýggjárshald

Nýggjársnevndin í Runavík skipar aftur í ár fyri ...
Sí meira
Jólaskipið

Jólaskipið

Hvørt ár vitjar jólaskipið í Runavík. Jólaskipið leggur ...
Sí meira
Jólabygdin Æðuvík

Jólabygdin Æðuvík

Í mong ár hevur bygdin Æðuvík verið kend ...
Sí meira
Jól á Gamlavegi á Skála

Jól á Gamlavegi á Skála

Jól á Gamlavegi er eitt hugnaligt afturvendandi jólatiltak, ...
Sí meira
Jólatrø verða tendrað

Jólatrø verða tendrað

Hvørt ár verða jólatrøini tendrað umleið fýra vikur ...
Sí meira
Jólabygdin Æðuvík