Skip to content
DCIM100MEDIADJI_0370.JPG

Søldarfjørður

Søldarfjørður liggur miðskeiðis á eystara armi á Skálafjørðinum, sum úr útsynningssíðuni klívur syðra part av Eysturoynni í tvey.

Sereyðkenni:
Søldarfjørður er landnámsbygd, sum liggur í grønari líð undir brøttum fjøllum. Húsini liggja spjadd fram við sjóvarmálanum  og nógv virksemi er á havnarlagnum. Eins og aðrar bygdir í økinum hevur Søldarfjørður mist nógv til sjógvin og er minnisvarði reistur á staðnum. Har er eisini lítil viðarlund við spæliplássi.

Søldarfjørður er eyðkend av stóru oljutangunum, sum bretska hersetingarvaldið bygdi á staðnum undir seinna veraldarbardaga. Trø vórðu sett niður at fríðka um í økinum og er viðarvøksturin yvirhøvur nógvur og stóru í Søldarfirði, tí har veksur væl og sólargangurin er góður.

Friðsæla

  • Sita um várið millum trøini í plantasjuni og síggja vøksturin spretta.
  • Liggja í bønum uppi undir Svarthamri, lítandi um allan Skálafjørðin.
  • Eygleiða skiftandi ljósið spæla sær í sjónum, ið myrknar og rísnar ella slætnar til blankastilli ann uppá veðrið og rákið.

Upplivilsi:

Gongutúrur av Gøtueiði til Støðlafjall, Stórafjall og Miðalfelli, sí HER
Vitja Garðahúsið, sí HER


Sagnir:

Sápulin

 

Back To Top