Stásiligur hugni í Glyvralon

Nú er møguleiki at njóta stásiligan innihugna við góðum heimagjørdum mati, síggja húsini og njóta náttúruna rundanum. Bólkar á 10 fólk ella fleiri kunnu bíleggja miðmála ella eina døgurðamatskrá við trimum rættum. Húsini væl egnað hjá smærri fyritøkum til starvsfólkadag, fundarvirksemi o.a.

Harumframt kann ein neyvari frágreiðing fáast um søgu húsins, bæði frá tí at Bjarnadal átti tey og til tað, sum Jógvan hevur umvælt tey til, við øllum teimum glæsiligu og flottu møblum, sum tey eru møblerað við.

Samband: langanes3@gmail.com

Søgan

Niels Pauli í Heimistovu teknaði húsini, sum lærarahjúnini Christian og Helena Bjarnadal lótu byggja í seinru helt av 1930unum; men Bjarnadal hjúnini fluttu ikki inn, fyrr enn kríggið var av. Um aldarskiftið keypti Jógvan Lauritsen úr Sørvági húsini, sum tá vóru í sera ringum standi, men sum hann so hegnisliga umvældi. Á sumri 2018 vóru húsini aftur til sølu, og vóru tað hjúnini Terje og Birna Vestergaard, sum gjørdust nýggir eigarar av húsunum. Húsini liggja sera vakurt niðri við sjóvarmálan í vøkru náttúruni á Glyvrum.

Nærri kunning á facebook vangan hjá Glyvralon:www.facebook.com/glyvralon

 

 

 

 

 

Stásiligur Hugni í Glyvralon

Líknandi