Vitja seyðagarðin "Mittúnsfestið" á Selatrað Við at tillaga og samantvinna…
Saltangará
Saltangará liggur sunnarlaga á eystara armi á Skálafjørðinum, sum úr útsynningssíðuni klívur syðra part av Eysturoynni í tvey.
Sereyðkenni:
Saltangará ella Heiðarnar, sum staðið eisini verður kallað, liggur við sjóvarmálan í blíða heiðalendinum sunnarlaga á Eysturoynni. Bygdin er niðursetubygd frá 1846, sum í dag er vaksin saman við grannabygdunum Glyvrar og Runavík til eitt samanhangandi 10 km langt bústaðarøki.
Handlað hevur verið í Heiðunum síðani 1866, tá Gamli Handil lat upp og nógv virksemi hevur verið her gjøgnum tíðirnar, bæði á sjógvi og landi. Størsti parturin av handils- og mentanarlívinum í Eysturoynni heldur til í økinum og her eru bankar, posthús, kunningarstova umframt fleiri matstovur, caféir og rúsdrekkasøla.
Skálafjørður er landsins størsta og tryggasta natúrhavn og nógva virksemi gjøgnum tíðirnar hevur ment vinnuna í økinum. Lívligt er á havnarlagnum, har stórt virksemi er innan ali- og fiskivinnu, supplytænastu til oljuvinnuna, smábátahavn eins og útlendsk ferðamannaskip javnan leggja at at vitja náttúruvøkru oynna.
Friðsæla
- Sita millum neystini í fjøruni og eygleiða, hvussu skiftandi ljósið spælir sær í sjónum, ið myrknar og rísnar ella slætnar til blikalogn ann uppá veðrið og rákið.
- Liggja fram eftir rommum í bønum omanfyri bygdina og síggja fjøllini speglast í blankastilla fjørðinum.
- Taka seg berføtt fót fyri fót niðan brekkuna móti Høgaleiti at hoyra heiðafuglin láta í kvirruni.