Vitja seyðagarðin "Mittúnsfestið" á Selatrað Við at tillaga og samantvinna…
Funningsfjørður
Funningsfjørður liggur innast í fjørðinum av sama navni, sum úr landnyrðingssíðuni klívur norðara part av Eysturoynni í tvey.
Sereyðkenni:
Sera náttúruvakurt er í Funningsfirði, sum liggur í øðrum endanum av dalinum millum báðar teir stóru firðirnir í Eysturoynni. Bygdin er og hevur verið savningarstaður fyri ferðsluna í økinum og vegirnir til nærmastu bygdirnar eru eyðmerktir sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.
Bygdin sjálv liggur umgyrd av høgum fjøllum eystarumegin gomlu hvalvágina, heimanfyri har Skarðsá stoytir seg oman av Bláhamri og út á sjógv. Neystini standa tøtt heilt niðri í fjøruni og friðarligt er í sjónum, tí fjørðurin hevur gátt, so havaldan kemur ikki inn. Gamla bygdin við flagtektu bóndahúsunum hjá niðursetufólkunum úr Elduvík liggur við sjógvin, meðan nýggjaru býlingarnir liggja nærri landsvegnum longur uppi í bønum.
Friðsæla og ró
- Gloyma seg burtur í smáu aldunum, sum skola steinarnar í fjøruni.
- Steðga á í fjøruni heystardag at eygleiða, meðan seyðurin etur tara.
- Ganga við góðum matpakka fram við áum, um heiðar og mýrulendi út á Skálafjørðin.
Upplivingar:
Gongutúrur úr Funningsfirði til Elduvíkar
Jóansøkubál í Funningsfirði
Bóndasetrið – Húsini ‘hjá Jensi’, sí HER
Sagnir:
Byggingin av Skálabotni[/vc_column_text]
[/vc_column]
[cats_field group_id=”2319″ field=”upplivingar_kort” auto_loop=”” excerpt=”” post_id=””]