Vitja seyðagarðin "Mittúnsfestið" á Selatrað Við at tillaga og samantvinna…
Lamba
Lamba liggur innast á Lambavík sunnarlaga á eystursíðuni á Eysturoynni.
Sereyðkenni:
Lamba er gomul, søgulig bóndabygd, fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum. Húsini liggja spjødd framvið vegnum í smølum grønum dali, har Dalá smýgur sær gjøgnum bøin og út á sjógv. Við sjóvarmálan standa neystini niðanfrá vestarumegin, meðan støðin liggur eystarumegin ánna. Á kajuni stendur stórur steinur, sum sigst at vera íbygdur og tí varð standandi, tá lendingin varð gjørd.
Lambavík er kend fyri at vera staðið, har danska barkin Norska Leyva rak á land nýggjárs-aftan í 1707. Koparplátur og ljóst barlastagrót sæst í sjónum, har hon sigst at vera farin. 100 mans vórðu bjargaðir av skipinum, harav ein teirra verður sagdur at hava yrkt kvæðið ”Norske Løve”. Skipsklokkan og modell av skipinum hongur í Havnar Kirkju.
Friðsæla og ró
- Ganga fram við Dalá, lurtandi eftir skiftandi áartutli í kvirruni.
- Leggja seg skerflatan í bøin at eygleiða, hvussu grønu fjallalíðirnar skifta yvir í bláa himmalin.
- Í tøgn ganga langa túrin út á vitan á Mjóvanesi.
Upplivilsi:
Gongutúrur úr Lamba til Rituvíkar, sí HER
Gongutúrur úr Lamba niðan á Stórafjall, Miðalfelli og Lambareyn, sí HER
Kava við kavingarleiðara á Lambavík, sí HER
Sagnir:
Óli Jarnheysur
Myrdarstova, Per
Kunoyar Katrina
Byggingin av Skálabotni
Sápulin
Eiðurin