Skip to content

Sjóvartrøllið

Søgnin um sjóvartrællið – Trøllið við Sjógv

Tá danska krígsskipið  “Norska Løva” sorlaðist í briminum á Lambavík  nýggjársaftan 1707, bleiv øll manningin bjargað. Ein maður frá “Norsku Løvu” fekk innivist á Sjóvargarði hjá tí ríka bóndanum við Sjógv. Hann legði ást á einkardóttir bóndans, og fríggjaði til hennara, men fekk krakk. Hetta dámdi honum illa, og hann lovaði, at hon skuldi koma at minnast á hendan krakk, og at henni ikki skuldi lutast eydnu.

Stutt eftir at hann var farin, kom eitt trøll at búgva í einum stórum steini – Ringlanssteini – beint við húsini hjá bóndanum. Í skýmingini plagdi trøllið at sníkja seg inn í Sjóvargarð, og seta seg í roykstovuskotið ella á eldbríkina. Eina rangvørga hettu hevði tað á høvdinum. Tað nevndist eisini “lummatrøllið”, av tí at tað hevði sjey lummar. Tað vóru ikki øll, ið sóu trøllið, men einans tey, sum vóru framsíggin – tey sum høvdu gávur at síggja inní framtíðina.

Eftir hetta var gentan gift tríggjar ferðir. Tveir teir fyrstu menninir doyðu stutt eftir giftuna, tí triðja livdi hon saman við í eitt ár, men so doyði hann eisini, men við honum fekk hon eina dóttir. Gentan vaks og var sera vøkur, og tað komu nógvir dreingir at biðja um hana. Hvørja ferð ein biðil/drongur kom, stóð hin gamla fyri honum, beyð honum at seta seg á stabban við dyrnar. Men morgunin eftir var maðurin horvin – og tað sigst, at tað vóru nógvir biðlar, sum hvurvu á hendan hátt. Hetta frættist, og tordi eingin meira at fara at biðja um Sjóvargentuna.

Rasmus, sonur Guttorm í Múla, sterkur í gandi rætt sum pápin, sigur við son sín Jógvan, at hann helt, at sonurin skuldi fara at fríggja til Sjóvargentuna. Hann lovaði sjálvur at koma við soninum, trøllið skuldu teir ikki ræðast. Teir fara so avstað, og Rasmus leggur soninum ráð og sigur við hann, at hann skal ikki seta seg á stabban við dyrnar, men fara innar í galv! Teir koma nú inn og biðja góðan dag. Hin gamla býður teimum sess og førkar Jógvani stabban at sita á, men hann setur seg ikki á stabban, men fer innar í galv. Rasmus fer inn í roykstovuna, har sum trøllið situr og karðar. Rasmus sær trøllið og sigur “nú skal verða útkarðað hjá tær”. Tá hugsar trøllið við sær sjálvum: Her er ikki at sita longur; okkurt man fara at spyrjast burturúr, tá ið gandakallurin Rasmus úti á Oyri er komin. Tað ætlar at rýma; men Rasmus trívur í tað, og fær tað út á dyr, og streingir so mikið á, at hann fær rikið tað niður undir Ringlansstein. Seinni sama kvøld sló toran niður í Ringlansstein, og hann klovnaði. Trøllið flýddi tá yvir í Gráastein í Saltnesi.

Bønarorðini gingu væl, og Jógvan fekk gentuna og giftist inn við Sjógv. Sonur teirra var hin ríki Rasmus, eyknevndur “Greivin við Sjógv”.

Søgnin sigur at trøllið ikki fekk náðir í Gráasteini, og rýmdi haðani í Gásafelli í Toftahaga. Men heldur ikki her hugnaðist tí, og tað fór yvir í Bog í Lambahaga at búgva – hinumegin Mjóvanes, og mong halda, at tað býr har enn.

Back To Top