Nýggjársaftan í 1707 rak barkin Norska Leyva á land í…
Grímur Kamban
Hvør var Grímur Kamban?
Lítið er av skrivligum søguligum tilfari um Grím Kamban. Søgan sigur, at írskir munkar vóru teir fyrstu, ið búsettust í Føroyum, men at norskir víkingar róku teir burtur hiðani. Hetta sigur tann írski munkurin Dicuil í bók síni De mensura Orbis terrae (Heimsins vídd). Bókin er skrivað um ár 825, so roknað verður við, at tað norska landnámið í Føroyum hevur verið um hetta mundið. Dicuil skrivar m.a. soleiðis – og hildið verður, at hann her meinar við Føroyar: “Her hava einabúgvar búð fyri hundrað árum síðani, men nú er eingin eftir, tí víkingarnir hava rikið teir burtur – so nú er alt bara fult av seyði og havfugli.”
Grímur Kamban sigst vera tann fyrsti landnámsmaðurin. Hann kom higar umleið 825, og tað hevur altíð verið ført fram, at hann tók land í Funningi.
Hvør var so hesin Grímur?
Íslendingasøga 1 sigur soleiðis um Grím: “Grímur Kamban er sagdur at vera tann fyrsti landnámsmaðurin og fóru summi skyldfólk hansara til Íslands.” Føroyingasøga byrjar eins í øllum handritunum við, at Grímur Kamban var fyrsti maður, sum bygdi land í Føroyum. Tað hevur verið hildið, at Grímur kom sunnaneftir, helst tí at hann var róptur kamban, sum skuldi stava frá keltiskum: cammán av camm: hallur ella haltur. Einnevndur tykist hann ikki at vera, tí í Noregi sigst kongur at hava verið, sum varð nevndur Vemundur Kamban, og haraftrat er Grímur avgamalt navn í Noregi.
Hvaðani Grímur Kamban kom, veit eingin. Óivað úr Noregi ella ið hvussu var, ættaður úr Noregi. Helst hevur hann verið stórur ættfaðir bæði í Íslandi og í Føroyum. So mikið mætur høvdingi var hann, at offrað var honum eftir deyða hansara. Landnámabók sigur frá Grími sum ættfaðir í Íslandi, at Grímur átti ein son, ið æt Torstein Skrofin, og Torstein átti ein son, ið æt Tórólvur Smør. Tórólvur átti ein son, ið æt Solmundur. Tað áhugaverda í hesum nøvnunum er, at “smør” hongur eftir í staðanøvnum har á leiðini, t.d. Smørrók og Smørklettur. Navnið Solmundur er eisini áhugavert í sambandi við bygdina Søldarfjørður, ið upprunaliga kallaðist Solmundefjord (Sølmundarfjørður). Og so hava vit eisini kappróðrarbátin “Sølmundur”.
Grímur fór neyvan nakran veg og livdi helst alla ævi sína í Føroyum, tí sum tað stendur, var offrað honum eftir deyða hansara og mongum av ætt hansara óivað við, ikki bert teimum trimum, sum søgan sigur frá: Torsteini Skrof, Tórólvi Smør og Solmundi. Hvar í Føroyum hetta hevur verið, veit søgan einki um. Solmundur gongur tó aftur í bygdarnavninum Søldarfjørður, upprunaliga nevnt Solmundarfjørður.
Sagnir úr Funningi og frá Gjógv
Jóannes Patusson hevur í bók síni Føroya Søga (1929) tvær frásagnir um landnámið – eina úr Funningi og eina frá Gjógv. Teir navngivnu heimildarmenninir úr Funningi siga soleiðis (leysliga): “Landnámsmenninir vórðu við steyminum førdir inn á Funningsfjørð. Teir løgdu skipið at í Funningslíð – á einum staði, sum teir nevndu Føroyakletturin. Ein á rann har útav, og har hildu teir íløt síni undir at fáa sær vatn, og kallaðu teir ánna Føroya Á. Staðið kallaðu teir Føroyar, og soleiðis eitur tað enn. Síðani lendu teir innari í firðinum og kallaðu tað staðið Funningur og búsettust har. Landið var funnið.”
Tann navngivni heimildarmaðurin frá Gjógv hevur mestum somu frásøgn: “Grímur Kamban legði at landi í Funningslíð við eina á, sum hann kallaði Føroya Á. Hann sá eitt stórt seyðafylgi liggja á bóli í líðini omanfyri.”
Keldur
“Føroyar í søguni 1” – Poul Petersen
“Føroya søga” (1929) Jóannes Patursson