Funningur og Grímur Kamban Søgan sigur, at írskir munkar vóru…
Norska Leyva
Nýggjársaftan í 1707 rak barkin Norska Leyva á land í Lambavík. Koparplátur og ljóst barlastagrót sæst í sjónum, har hon sigst at vera farin.

Die Nordische Löwe, eisini kend sum Norska Leyva og Norske Løve, var ein fregatt – eitt stórt trímastrað seglskip við 36 kanónum hjá Danska Eystindiska Kompagnínum. 4. desember 1707 sigldi fregattin frá Keymannahavn og stevndi móti Trankebar í Eysturindia. Vanligt kundi ein handilsferð eins og hendan til India taka fleiri mánaðir. Ikki var óvanligt at tað gingu tvey ár frá fráferð úr Keypmannahavn til skipið var aftur. Manningin umborð á Norsku Leyvu taldi 120 mans og umborð var eisini nógvur peningur umframt nakað av brennivíni, víni og øli.
Í byrjanini av longu ferðini var Norska Leyva í fylgi við orlogsskipinum Sophia Hedevig. Tá skipini komu í Norðskjógvin byrjaði illveður og tey mistu hvørt annað burtur. Norska Leyva helt tí settu kós og 18. desember 1707 var hon komin norður um Skotland og vestur um Hebridurnar. Ódnarveðrið helt fram. Um kvøldið fór toran at ganga av tí ringasta og sló niður í fregattina, drap ein mann og særdi tríggjar. Sama kvøldið og náttina versnaði veðrið enn meira. Øll seglini skrædnaðu og næsta morgun fór skipið eisini at leka. Seinni sama dag bleiv alt skolað av dekkinum og 14 mans vóru tiknir við. Teir sóust ikki aftur í ódnarveðrinum.
Norska Leyva dreiv fyri vág og vind hjálparleys á havinum í fleiri dagar til hon kom inn á Kalsoyarfjørð. Manningin kastaðu akker, men akkerstogini hildu ikki. Norska Leyva rak síðani víðari og nýggjársaftan strandaði skipið á Lambavík. Við skipsvrakið varð gjørt eitt stórt bjargingararbeiði og alt, ið hevði virði varð bjargað á land. Nógv fólk luttóku í bjargingararbeiðinum tí mong høvdu hoyrt um stóra skipið, ið hevði rikið við Føroyar og millum oyggjarnar. Teir 100, ið vóru eftir av manningini, vórðu allir bjargaðir.

3. januar 1708 brast ein nýggj ódn á, og um náttina knústist skipið í briminum. Afturat ódnini eru frásagnir um eitt stórt omanlop, har skipið lá, ið fjaldi skipsrestirnar. Mong meina tó ikki at nakað omanlop hevur verið. Omanlopið verður hvørki nevnt í sjófrágreiðing ella í vísu um Norsku Leyvu, sum samsvarar væl við hendinginar í sjófrágreiðingini.
Nakrir lutir, ið vóru bjargaðir av Norsku Leyvu eru til enn. Tann kendasti luturin er skipsklokkan, sum hongur í Dómskirkjuni í Havn. Í Dómkirkjuni er eisini eitt modelskip av Norsku Leyvu og sagt verður at hetta er gjørt av einum av manningini – aftaná skipbrotið. Afturat bjargaðu skipsklokkuni vóru eini 13 kanónir uppfiskaðar í tíðarskeiðinum 1707 – 1711. Nakrar av teimum eru í dag á Havnar skansa.
Søgurnar um stóru fregattina hava hugtikið mong og nógv tilfar er eisini um síðstu ferðina hjá Norsku Leyvu og eftirleikin. Í tingbókum fylgjandi árini ber til at lesa sjóforhoyrið og um mál, sum tóku seg upp aftaná í samband við at stríð tók seg upp um stuldur av pengum, sum hoyrdu til skipið, sak um bjargingarløn o.a. Í 30. bindi av Varðanum vísir høvundurin Louis Zachariassen á neyvar kanningar hann hevur gjørt um málið. Ein vísa er eisini um hendingina við heitinum “Norske Løve”. Vísan er donsk og mangt bendir á at yrkjarin var ein av manningini. Hetta tí vísan tykist at vera ykrt eftir tí skjali manningin skuldi svara uppá undir sjóforhoyrinum. Afturat vísu, kanningum, gitingum er eisini ein krimi skaldsøga við heitinum Norska Løva eftir Jógvani Isaksen, sum hóast fikitión eisini viðgerð ósvaraðum spurningum um skipið.
Hóast fleiri leitingar hava verið, er fregattin ella leivdirnar av henni ikki komnar undan kavi enn.