Nýggjársaftan í 1707 rak barkin Norska Leyva á land í…
Funningur og Grímur Kamban
Funningur og Grímur Kamban
Søgan sigur, at írskir munkar vóru teir fyrstu, ið búsettust í Føroyum, men at norskir víkingar róku teir burtur hiðani. Hetta sigur tann írski munkurin Dicuil í bók síni “De mensura Orbis terrae” (Heimsins vídd). Bókin er skrivað um ár 825, so roknað verður við, at tað norska landnámið í Føroyum hevur verið um hetta mundið. Dicuil skrivar m.a. soleiðis – og hildið verður, at hann her meinar við Føroyar: “Her hava einabúgvar búð fyri hundrað árum síðani, men nú er eingin eftir, tí víkingarnir hava rikið teir burtur – so nú er alt bara fult av seyði og havfugli.”
Soleiðis koma vit til Grím Kamban, sum sigst vera tann fyrsti landnámsmaðurin og kom higar umleið 825, og tað hevur altíð verið ført fram, at hann kom í land í Funningi.
Funningur – hesin vakri fjaldi staður millum Djúpini og Føroya hægstu fjøll beint innan fyri gáttina á Funningsfirði.
Hvat er at finna í Funningi, og hvat sigur navnið um staðin? Í Føroyingasøgu stendur at lesa, at landnám í Føroyum var í Funningi, og at staðurin fekk navn eftir hesum, tá land var funnið. Fyrsti maður at seta fótin á land var Grímur Kamban. Eisini tað navnið er áhugavert, tí Grímur er norrønt navn og Kamban keltiskt, ið merkir “hin halti”. Hetta staðfestir tað, sum vísindini seinni hava prógvað við ymsum íleguroyndum: At føroyingar og íslendingar eru minst líka nógv av keltiskum uppruna sum norrønum.
Funningur er vanlig føroysk bygd við búseting niðri við fjøruna, við matará í miðdepli og bøi rundanum. Funningur var ein “funnin fressur” hjá teimum gomlu víkingunum. Tað var stutt á góðar fiskileiðir, og í lægdini við fruktagóðum lendi og vatnríkari á hevði fólkið mót at bróta upp úr nýggjum. Tey hava ivaleyst bygt neyst, langhús við fjósi og onnur úthús, eins og evnini til bátasmíð og annað smíð hava verið íðkað og hildin uppi. Greitt mark er millum bø og haga við laðaðum grótgarði, ið vísir, at tíð og tímaløn ikki varð mett á sama hátt sum nú.
Fólk hava búð í Funningi síðan landnámið, og søgu- og mentanarslóðin er av tí sama rík og spennandi.
Áin á Føroyaklettinum og Føroyakletturin (vinstrumegin ánna – niðri við sjógvin)
Jóannes Patusson hevur í bók síni Føroya Søga (1929) tvær frásagnir um landnámið. Heimildarmenn úr Funningi siga soleiðis (leysliga): “Landnámsmenninir vórðu við streyminum førdir inn á Funningsfjørð. Teir løgdu skipið at í Funningslíð – á einum staði, sum teir nevndu Føroyakletturin. Ein á rann har útav, og har hildu teir íløt síni undir at fáa sær vatn, og teir kallaðu ánna Føroya Á. Staðið kallaðu teir Føroyar, og soleiðis eitur tað enn. Síðani lendu teir innari í firðinum og kallaðu tað staðið Funningur og búsettust har. Landið var funnið.”
Ein heimildarmaður frá Gjógv hevur mestsum somu frásøgn: “Grímur Kamban legði at landi í Funningslíð við eina á, sum hann kallaði Føroya Á. Hann sá eitt stórt seyðafylgi liggja á bóli í líðini omanfyri.”
Føroyakletturin
Funningsfólk kalla hetta økið Føroyar. Ein funningsmaður, f. 1895, visti at siga frá teimum gomlu, at teir plagdu at royna eftir reyðfiski Úti undir Føroyum, og tað hevði hann eisini mangan gjørt sjálvur.
Tað er ogn í staðanøvnunum, og mangan beina tey okkum aftur á onkra hending – onkra søgn ella onkra søgu. Tað er ikki hissini fongur í hesum staðanøvnunum uttarlaga á Funningsfirði, tí tey ganga sum fótur í hosu aftur til frásagnirnar um Grím Kamban og landnámið. At hesi nøvnini hava livað á mannamunni síðani landnámstíðina er í sjálvum sær ein einastandandi søga. Neyvan eru hesi nøvnini so víða kend millum føroyingar, men hetta eru sigandi nøvn, ið vísa aftur á okkara uppruna. Her angar av søgu, og ein túrur úr Funningi og út eftir Líðarbakka kann viðmælast øllum. Tað er lággongt allan túrin, og tað tekur ein góðan tíma at ganga hvønn vegin.
Ferjá
Gjáarfólk søgdu, at Grímur Kamban tók vatn úr einari aðrari á, Ferjá, ið er nakað innari á Funningsfirði.
Sum so mangan: Sagnir eru sagnir, og tær verða verandi sagnir