Skip to content

Glyvrar

Bygdin Glyvrar liggur miðskeiðis á eystara armi á Skálafjørðinum, sum úr útsynningssíðuni klívur syðra part av Eysturoynni í tvey. Sereyðkenni: Bygdin Glyvrar er gomul bóndabygd, ið liggur við sjóvarmálan í milda og væl vallaða láglendinum sunnarlaga á Eysturoynni. Nógv virksemi…

Funningur

Funningur liggur miðskeiðis á vestara armi á Funningsfirði, sum úr landnyrðingssíðuni klívur norðara part av Eysturoynni í tvey.   Sereyðkenni: Náttúruvakra landnámsbygdin liggur umgyrd av høgum fjøllum við fótin av Slættaratindi, sum við sínum 880 metrum er Føroya hægsta fjall.…

Skála

                Skála liggur miðskeiðis á vestara armi á Skálafjørðinum, sum úr útsynningssíðuni klívur syðra part av Eysturoynni í tvey. Bygdin er fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, ið er skrivað uml. ár 1350-1400. Tá…

Skipanes

Skipanes liggur miðskeiðis á eystara armi á Skálafjørðinum, sum úr útsynningssíðuni klívur syðra part av Eysturoynni í tvey. Sereyðkenni Bygdin liggur niðan frá nesinum í grønu líðini undir Gøtueiði. Vallað er oman i fjøruna og smáar áir renna oman á…

Rituvík

Rituvík liggur syðst á eystursíðuni á Eysturoynni í víkini av sama navni. Sereyðkenni: Smáu húsini í bjørtum litum standa spjødd í grøna bønum kring víkina. Opið er út á hav og brimpláss er, so støð við neystum er báðumegin víkina.…

Lamba

Lamba liggur innast á Lambavík sunnarlaga á eystursíðuni á Eysturoynni. Sereyðkenni: Lamba er gomul, søgulig bóndabygd, fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum. Húsini liggja spjødd framvið vegnum í smølum grønum dali, har Dalá smýgur sær gjøgnum bøin og út á sjógv.…

Funningsfjørð

Funningsfjørður

Funningsfjørður liggur innast í fjørðinum av sama navni, sum úr landnyrðingssíðuni klívur norðara part av Eysturoynni í tvey.

Æðuvík

Æðuvík liggur syðst á eystursíðuni á Eysturoynni. Sereyðkenni: Bygdin liggur á grønari fløtu undir lágari høvd í náttúruvøkrum heiðalendi. Við sjóvarmálan er lítil støð, har møguleiki er fyri kamping og tjalding. Norðanvert bygdina er gamla Tinghellan, har várting varð hildið.…

Elduvík

Elduvík liggur á landnyrðingssíðuni á Eysturoynni í víkini, sum er uttarlaga við eystara arm av Funningsfirði. Sereyðkenni: Bygdin liggur við sjógvin fyri endan av longum, grønum dali, ið er umgyrdur av høgum og brøttum fjøllum. Djúpi dalurin sýnist mildur og…

Back To Top