Skip to content

Glyvrar

Bygdin Glyvrar liggur miðskeiðis á eystara armi á Skálafjørðinum, sum úr útsynningssíðuni klívur syðra part av Eysturoynni í tvey.

Sereyðkenni:
Bygdin Glyvrar er gomul bóndabygd, ið liggur við sjóvarmálan í milda og væl vallaða láglendinum sunnarlaga á Eysturoynni. Nógv virksemi hevur verið her seinastu øldina og er bygdin í dag vaksin saman við Saltangará og Runavík til eitt samanhangandi 10 km langt bústaðarøki. Mesti parturin av mat-, innbúgv – og klædnahandlunum í Eysturoynni eru í økinum eins og bankar, rúsdrekkasøla, posthús og mentanarhús umframt lívligt havnarlag við smábátahavn.

Glyvra kirkja er upprunaliga teknað av dananum Vilhelmi Nielsen, ið var prestur á Nesi 1917 til 1927, tá kirkjan eisini varð vígd. Útbyggingina hevur J.P.Gregoriussen, arkitektur, staðið fyri og er hon eyðkend við rútmisku neystalíknandi tekjunum í ymiskum støddum. Kirkjan varð endurvígd í 1981.

Skálafjørðurin er longsti fjørður í landinum og landsins størsta natúrhavn, tí fjørðurin hevur gátt, so havaldan kemur ikki inn. Ein av heimsins størstu alifyritøkum, Bakkafrost, hevur høvuðssæti á Glyvrum. Stóru verksmiðjubygningarnir hýsa eitt av Føroya størstu arbeiðsplássum.

 

Friðsæla

  •  Ganga niðan í Glyvragjógv og hvørva inn í svalligu skuggarnar í gjónni.
  • Spakuliga taka seg niðanfrá húsunum, upp um høvdina og oman í breiða og grøna Glyvradal.
  • Njóta kvirruna og heiðafuglarnar við Grunnatjørn í Glyvradali.

 

Upplivilsi:
Vitja Bygdasavnið Forni, sí HER

 

Sagnir:

Sápulin
Ein góð brúðargáva

Back To Top