Oyndarfjarðar kirkja

Hvítmálaða kirkjan stendur í gamla býlinginum Sjóvartúni dygst við sjógvin í tí sermerkta lýsinum, sum eyðkennir Oyndarfjørð. Hon er ein av teimum tíggju gomlu timburkirkjunum, sum enn standa uppi og er vígd í 1838. Bæði uttan og innan er hon ein byggilistarligur dýrgripur við eini greiðari kenslu av einfaldum vakurleika og samljóði. Altartalvan er eitt framúrskarandi listaverk eftir danska listamálaran C.W.Eckersberg.

Formaður í kirkjuráðnum:
Hentze Klein Joensen, Fløtuvegur 9,  690  Oyndarfjørður, tel. 44 45 16 & 22 38 22
T-postur: oydarfjardar(at)kirkja.fo

Upplatingartíðir:
Opið eftir avtalu. Ring til formannin, Hentze K. Joensen, á tel. 22 38 22.

Kirkjugonga sunnudagar kl.12

Les meira um kirkjuna í Oyndarfirði HER 

Les meira um Oyndarfjørð HER

 

Oyndarfjarðar Kirkja