Fuglafjarðar kirkja
Fuglafjarðar kirkjan varð vígd tann 10. juni 1984 av Ejvindi Vilhelm, varabiskupi.
Danski arkitekturin, Holger Jensen, teknaði kirkjuna. Hann hevur staðið fyri og teknað yvir 60 kirkjur í alt.
Kirkjan varð bygd upp á tímaløn, og tað sigst at hava ligið nógvir arbeiðstímar, ið teir, sum bygdu kirkjuna, ikki vildu hava løn fyri.
Kirkjan hevur 380 sitiplass umframt 80 sitipláss á síðuskipi. Orglið er frá Marcussen & Søn frá 1989, og hevur 26 stemmur.
Søga
Fimm kirkjur hava staðið í Fuglafirði, sigst. Elsta kirkjan hevur staðið á Kirkjuryggi, og søgnin sigur, at kirkjan bleiv tikin út á sjógv av einum skriðulopi. Seinna kirkjan (uml. Ár 1400) er frá katólskari tíð, og hevur staðið í Toftabønum, og kallaðist Jákupskirkjan. Triðja kirkjan (niðurtikin í 1871) hevur staðið við Garð, har gamli kirkjugarðurin liggur í dag. Fjórða kirkjan (1871) stóð á leið sama stað sum Fuglafjarðar kirkja stendur í dag.
Kelda: folkakirkjan.fo
Kirkjugongd: Sunnudag kl. 11 í summarhálvuni, og kl 12 í vetrarhálvuni.
Samband: +298 44 48 01, +298 21 68 88 ella fuglafjardar(at)kirkja.fo





