Skip to content

Eiðis kirkja

Eiðis kirkja varð vígd 18. september 1881. í 1874 kom bygdarfólkið við einum ynski um nýggja kirkju, og hesum tóku kirkjumynduleikarnir undir við. Fólk vóru ikki á einum máli um hvar kirkjan skuldi standa. Summi hildu tað vera fáfongt at seta kirkjuna á eiðið millum Hólman og fjørðin, ið er av ringastu verðurplássum í bygdini. Kirkjan bleiv tó sett á eiðið, og sagt verður, at tað var V.U. Hammershaimb, próstur á Nesi, ið tók avgerðina áðrenn hann fór úr Føroyum í 1878.

Kirkjan er bygd úr gróti. Nógv av gróti var til á Eiði, og í 1870’unum varð hildið, at viðurin fór ov skjótt. Danin Hans Christian Amberg, arkitektur frá akamedinum í Keypmannahavn, varð biðin um at tekna kirkjuna. Sitipláss var til eini 230 fólk. Amberg var á Eiði summarið 1878, og í august 1879 mælti Løgtingið til at góðkenna uppskotið. Umframt kirkjuna á Eiði, hevur Amberg eisini staðið fyri byggingini av Amtmanshúsinum og Kongaminninum í Havn.

Kirkjan er bygd í romanskum stíli. Takið er lagt við fløgugróti. Innan er høgt til lofts og vítt til veggja. Kirkjan hevur tunnuhválv, sum var vanligt í nýggjum kirkjum tá í tíðini.

Eins og siður er, stendur kirkjan eystur og vestur. Hon er 31 alin long við torni og sakristii, og kirkjuskipið er 30 alin langt og 17 alin breitt.

Kelda: folkakirkjan.fo

 

Kirkjugongd: Sunnudag kl. 11 í summarhálvuni, og kl. 12 í vetrarhálvuni.

Opið eftir avtalu.

Samband: +298 423465, +298584538 ella eidis(at)kirkja.fo

Les meira 

Back To Top