Eiðis kirkja varð vígd 18. september 1881. í 1874 kom…
Norðskála kirkja
Jákup Dahl próstur vígdi Norðskála kirkju tann 10. januar 1932.
Tosið um at fáa kirkju bygda byrjaði í 1920’unum. Í fyrru helt av tjúgunum heitti táverandi prestur á Nesi, Wilhelm Nielsen, á kirkjufólkið um at fáa kirkju bygda. Á vári 1927 varð ein bygginevnd vald, og í 1929 sendu íbúgvar í Svínáum, við Norðskála og av Oyri Føroya løgting eina umbøn um at fáa stuðul til at byggja kirkju.
Kirkjan varð bygd í eini tíð, har togan var um kirkjumálið skuldi verða danskt ella føroyskt. Tí varð fólkaatkvøða um skriftstøðini undir altartalvuni og úti í forkirkjuni skuldu verða á føroyskum ella á donskum. Úrslitið var at 40 atkvøður vóru fyri føroyskum og 29 fyri donskum.
Í seinnu helvt av sjeytiárunum varð farið undir at umvæla kirkjuna. Í tí sambandi varð kirkjan eisini útbygd, so pláss var til fundarhøli o.a. Harumframt varð víðkað um forkirkjuna, og kapell bygt uppí.
Kelda: folkakirkjan.fo
Samband: +298 422487, +298 722487 ella nordskala(at)kirkja.fo
Les meira her