Á RIST fært tú siðbundnan mat, gjørdur úr bestu rávørum…
Selatraðar kirkja
Steingrímur Winther gjørdi tekningina, stuðlaður av einum felag fyri betri byggisiði. Emil Olsen og John Johannesen í Leirvík stóðu fyri stoypingini, meðan verkstaðið hjá Sámal Ellefsen og Heina Joensen í Miðvági stóð fyri timbur- og málaraarbeiðinum; teir vóru fleiri mans og teir búðu ymsa staðni í bygdini.
Teir byrjaðu at tosa um at byggja nýggja kirkju á Selatrað 3. jóladag 1925, og longu fyri jól árið eftir stóð kirkjan har klár at taka í brúk. Men av tí at kirkjan var nýmálað, so vóru teir samdir at bíða við vígsluni til eftir nýggjár, og so varð dagurin settur til at verða 4. sunnudag eftir trettanda.
Jákup Dahl próstur vígdi kirkjuna.
Samband: +298 222497 ella selatradar(at)kirkja.fo
Kirkjugongd: Sunnudag frá kl. 11.00 til 12.00
Tá prestur er, er kirkjugongdin sum oftast kl 14.00. Sí nærri kunning á folkakirkjan.fo