Kirkjan við Sjógv
Í 1834 verður farið undir nýggja kirkju á Strondum. Orsøkin er, at tann gamla er vorðin ov lítil. Í kirkjusýninum frá 1830 verður sagt: Kirken befandtes at være for liden for Menigheden, og í 1831: Kirken har den væsentlige Mangel, at den er for liden for Menigheden. Harafturat stendur, at kirkjan er í góðum standi.
Síðst í sjeyti-árunum samdist meinigheitsráðið um at leingja kirkjuna vestureftir við útbygningi suðureftir til forkirkju. Tann, sum teknaði, var Kristoffer Kristoffersen úr Havn, og Carl Andreasen á Strondum stóð fyri arbeiðinum. Arbeiðið varð gjørt í 1978.
Samband: +298 447946, +298 227946 ella sjovar(at)kirkja.fo
Kirkjugongd: Sunnudag kl. 11.00.
Til ber at lesa meir við at trýsta á her
