Skip to content

Nes kirkja

Eldra kirkjan á Nesi stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu, ið eru minst tríggjar í tali. Kirkjan er í bygd í 1843, meðan Christian Benedictus Garde var prestur fyri Eysturoynna og Føroya Próstur.

Kirkjan hevur staðið í gerð frá mai til desember 1843. Akkurát nær hon er vígd er óvist, men hildið verður 1. sunnudag í advent í 1843.

Tá kirkjan stóð liðug, kostaði hon 1171 ríkisdálar 08 skillingar. Til smiðirnar er goldið í lønum 296 ríkisdálar 08 skillingar.

Tað sigst, at stórviðurin til kirkjuna er virkaður niðri í fjøruni á eini hellu, Ullhellan, ið er tætt við lendingina á Nesi.

Kirkjan er umleið 15 metrar long, 7 metrar breið og 5,5 metrar høg.

Klædningurin er smurdur við koltjøru, meðan vindeygu, hurð, torn, vindskeiðir og dekslistar eru málað hvít. Grundin er hvítað. Tekjan var upprunaliga nævur og flag. Kirkjan bleiv takt við skifur í 1865, árið eftir at prestagarðurin, ið fekk skifutekju, varð bygdur (1864).

Nýggja kirkjan á Nesi eitur Fríðrikskirkjan. Les um hana her 

Kelda: folkakirkjan.fo

Samband: +298 448476 ella nes(at)kirkja.fo

Kirkjugongd: Sunnudag kl. 11.00.

Back To Top