Fríðrikskirkjan

Í nógv ár ynsktu fólk í Nes kirkjusókn at fáa eina nýggja kirkju, av tí at gamla kirkjan var vorðin ov lítil.

Í 1983 varð kirkjuskattur innførdur í sóknini og varð allur peningurin avsettur til at byggja kirkju fyri.

Kirkjan varð bygd í 1992 – 94. Hesi árini vóru merkt av ringastu fíggjarligu tíðum, ið hava verið í Kirkjan varð vígd til nýtslu fyrsta sunnudag í advent, hin 27. november 1994, og vóru uml. 1000 fólk til vígsluna.
Kirkjan rúmar 400 fólkum í skipinum, og 100 á loftinum. Til serlig tiltøk rúmast enn fleiri fólk. Høli kann eftir tørvi skildrast sundur við faldihurðum til smærri hølir, ið verða nýtt til konfirmantfyrireiking, sangvenjing, og hugnaløtur í samband við kirkjulig tiltøk. Kirkjan fekk navnið Fríðrikskirkjan eftir Fríðrik Petersen, ið varð borðin í heim í Saltnesi í 1853 og var próstur á Nesi frá 1900 til 1917. Millum kendastu sálmarnar hann yrkti eru “Gleðilig jól”, og “ Tíðin rennur sum streymur í á”. Eisini týddi hann “Faðir vár” til føroyskt. Fríðrikskirkjan varð bygd á Heygum, omanfyri fýrin á Garðsenda, og har sæst og hoyrist hon at kalla um alla kirkjusóknina, og stendur sum eitt eyðkennismerki fyri økið.

Samband: +298 448476 ella nes(at)kirkja.fo

Kirkjugongd: Sunnudag kl. 11.00.

Fríðrikskirkjan