Eiðis kirkja varð vígd 18. september 1881. í 1874 kom…
Gøtu kirkja (eldra)
Eldra kirkjan í Gøtu varð vígd 22. september 1833 av Niels Johnsen Struer, ið var próstur frá 1831 til 1838.
Kirkjan er bygd av viði og er takt við nævur og flag, men í 1959 vórðu jarnplátur lagdar undir flagið. Støddin á kirkjuni var upprunaliga: 18 alin og 12 tummar long, 10 alin og 3 tummar breið, hæddin er 3 alin og 9 tummar undir bjálkunum. Um ár 1860 varð vaksið um kirkjuna, og hon varð longd um 6 alin.
Sambært gamlari søgn, hevur ódnarveður tríggjar ferðir skakað kirkjuna á grundini. Fyri at hetta ikki skuldi henda aftur, legði ein danskur prestur gøtufólki tey ráð, at tey skuldu stoypa vollar í øll fýra hornini í kirkjuni. Hetta varð gjørt, og síðan hevur illveður ikki skalað kirkjuna.
Samband: +298 441076, +298 211076 ella gotu(at)kirkja.fo
Kirkjugongd: Sunnudag kl. 11.00