Leirvíks kirkja

Magnus Jacobsen – Magnus av Kamararinum – í Havn teknaði kirkjuna. Tekningin er dagfest 6. januar 1906. Prósturin ger vart við, at annar maður kann átaka sær at gera arbeiðið fyri lægri kostnað, og 9. apríl skrivar Jóhan A. Petersen undir sáttmála, har hann átekur sær at byggja kirkjuna fyri 9.420kr.

1. november boðar Jóhan frá, at kirkjan stendur liðug og biður um at hon verður sýnað. Kirkjan varð vígd 1. sunnudag í advent, 1. desember 1906, av Fríðriki Petersen prósti.

Kirkjan er 27 alin 10 tummar long og 14 alin 3 tummar breið.

Seinast í 70 árunum var farið undir at útbyggja kirkjuna. Palli Gregoriusen, arkitektur teknaði og Jákup Oluf Jacobsen, byggimeistari í Fuglafirði gjørdi arbeiðið.

Samband: +298 44 33 69 & 74 33 69 ella leirvikar(at)kirkja.fo

Upplatingartíðir: Skrivstovan og telefontíð er opin frá 9.00 – 15.00 frá mánadegi til hósdag, og frá 9.00 – 14.00 fríggjadag. Kirkjugongd er sunnudag kl. 11.

Leirvíks Kirkja