Skip to content

Gøtu kirkja, Gøtugjógv

Kirkjan við Gøtugjógv varð vígd 25. juni 1995, og er sostatt ein av nýggjaru kirkjunum í Føroyum. Áðrenn hetta gingu gøtufólk í kirkju í gomlu kirkjuni í Norðragøtu, sum er frá 1833. Hans Jacob Joensen, biskupur, vígdi kirkjuna. Drotning Margreta II var við til vígsluna saman við biskupum úr hinum Norðurlondunum.

Tróndur Patursson hevur prýtt kirkjuna við glaslist. Eyðkenda altartalvan er glaspartíið á niðari síðu á kirkjuni. Seks glaslampur hanga úr loftinum, og á vegginum hanga 24 lampur; tólv stórar og tólv smáar. Hann hevur eisini gjørt talarastólin og doypifuntin. Umframt Gøtu kirkju, hevur Tróndur Patursson prýtt aðrar kirkjur, m.a.  Mariukirkjuna í Havn.

Tornið í kirkjuni ímyndar teir tríggjar krossarnar á Golgata. Í torninum eru tvær klokkur, sum báðar hava áskriftina “Eg ringdi yvir bygdir hvøll, eg kallið fólkið: Komið øll”.

Kelda: folkakirkjan.fo

 

Kirkjugongd:  Sunnu- og halgidagar kl 11.

Upplatingartíðir: Gøtu kirkja hevur opið fyri vitjandi frá hálvum mai til hálvan september, mánadag-leygardag kl. 14-16. Annars eftir avtalu.
Kostnaður: 40 kr (broytingar kunnu koma fyri).
Samband: +298 21 10 76 ella gotu(at)kirkja.fo

Les meira

Back To Top