Skip to content

Søgnin um Marmennilin

Visit marmennilin.fo for detailed information about the statue and the legend of Marmennilin in English.

Marmennil er líkur fólki, men er í stóran mun minni í vakstrarlagi – men fingrarnir eru langir. Hann livir á havsins botni og ger útróðrarmonnum mein við at taka agnið av onglunum og seta fast í botn, so at teir mugu slíta snørini. Verður hann krøktur, er hann so handafimur, at hann klárar at loysa teymarnar undan snørinum og soleiðis sleppa undan at verða drigin upp undir borð, sum annar fiskur, og tikin inn í bátin.

Ta einu ferðina, ið hann fekst við at gera síni skálkabrøgd á botninum, gekst honum illa í hond, tá ið hann ætlaði sær at taka um endan á snøri Anfins bónda, úr Elduvík, og seta fast í botn, men í tí sama brá Anfinnur sær við og krøkti marmennilin í aðra hondina. Við aðrari hondini kláraði marmennilin ikki at gera seg leysan og fáa teymin av snørinum, og tískil varð hann drigin upp, krossur ristur fyri hann, og hann varð fluttur til lands.

Anfinnur hevði hann í varðveitslu hjá sær í árninum og mátti hvørt kvøld minnast til at rista kross fyri øll fýra hornini á árninum, har hann sat. Ikki vildi hann eta annað enn øgn. Tá ið teir fóru til útróðrar, høvdu teir marmennilin við sær, men ikki máttu teir gloyma at rista kross fyri hann, tá ið hann var komin inn í bátin. Róðu teir yvir fiskatorvu, settist hann at læa og spæla í bátinum, og kastaðu teir tá niður, treyt ikki at fiska – og helst tá ið hann drap fingurin niður í sjógvin. Anfinnur hevði marmennilin hjá sær í langa tíð. Ein dagin var nógv brim, tá ið teir flotaðu bátin at fara til útróðrar, og tá gloymdu teir at rista kross fyri hann í bátinum. Tá ið teir vóru komnir nakað frá landi, smoygdi marmennilin sær fyri borð, og sum vera mundi sást hann ikki aftur.

 

Varðveitan av søgnini

Á heysti í 2016 tók Elduvíkar Bygdar- og fornminnisfelag avgerð um at skipa nevnd, ið skuldi fara undir at varðveita søgnina um marmennilin.

Fyrsta stig var at fáa listarmann at átaka sær uppgávuna at gera eina standmynd, ið lýsir søgnina um marmennilin. Tíðliga í 2017 játtaði Hans Pauli Olsen at gera standmyndina, sum skuldi stoypast úr bronsu við einum sokkli úr basalti ella granitti.

Standmyndin bleiv avdúkað 23. august 2020.

Les meira um søgnina og verkætlanina á marmennilin.fo.

Back To Top