Skip to content

Upplivingar

Á Eysturoynni eru ein ørgrynnu av upplivingum, sum røkka frá undurvøkrum landslagi, hugnaligum bygdum, søguligum støðum til framkomnar nýmótans bygdir og býir.

Gisting

Gisting er møgulig í flest øllum bygdum í Eysturoy. Gistingartilboðini røkka frá summarhúsum, hotellum til tjalding og ból og bita. Um tú ynskir at bíleggja ella bjóða summarhúsini hjá tær fram ert tú vælkomin at seta teg í samband við…

Út at eta

Út at eta? Kunning um matstovur, kaffikrókar og heimablídni á Eysturoynni.

Rapelling

Sherpa bjóðar fjallaklintring við royndum vegleiðarum uttanfyri Æðuvík við søguligu Tinghellu

Norska Leyva

Nýggjársaftan í 1707 rak barkin Norska Leyva á land í Lambavík. Koparplátur og ljóst barlastagrót sæst í sjónum, har hon sigst at vera farin. Die Nordische Löwe, eisini kend sum Norska Leyva og Norske Løve, var ein fregatt – eitt stórt…

Prestá

Prestá á Skála er miðdepil um vakurt fríøki við byrgingum, hyljum og ósasandi, har toftirnar av nógva virkseminum á staðnum síggjast í bønum. Áin er nógv vitjað og mong vitjandi velja eisini at fara ein gongutúr eftir gøtuni fram við…

Jólaskipið

Hvørt ár vitjar jólaskipið í Runavík og saman við jólamonnunum fara vit niðan til jólabýlingin við Løkin beint við rundkoyringina. Tónleikur setur ein dám á løtuna og sum siðvenja syngja jólamenninir nakrar sangir saman við børnum. Nissugenturnar plaga eisini at…

Jólabygdin Æðuvík

Í mong ár hevur bygdin Æðuvík verið kend millum manna sum Jólabygdin. Á hvørjum ári eru tað hundraðtals fólk, ið vitja Æðuvík á jólum og eftir hondini er hendan bygdin blivin betri kend sum Jólabygdin. Jólaperur í alskyns litum, stjørnur,…

Jól á Gamlavegi á Skála

Jól á Gamlavegi er eitt hugnaligt afturvendandi jólatiltak, ið fer fram í hugnaligum neystum eftir Gamlavegi á Skála, og umframt sølu og framsýningar eru eisini onnur áhugaverd tiltøk á skránni. Í neystunum verður nógv spennandi til keyps  Talan serliga um heimagjørdar…

Oyndarfjørður – Elduvík

Til ber at ganga túrin úr báðum endum. Kanska er vakrari at ganga ímóti Elduvík og njóta góða útsýnið og friðin í lítlu bygdini, tá ið tú kemur fram. Sí myndir av túrinum og les meira á bygdagøtur.fo  

Back To Top