Vitja seyðagarðin "Mittúnsfestið" á Selatrað Við at tillaga og samantvinna…
Rapelling
At síga niður í Fossdalsgjógv, á rennistrongi yvir um gjáarmunnan og uppaftur ígjøgnum steyrrætt berg. Tinghella skamt norðan fyri Æðuvík er fyri tey djørvu og søgufróu.
Sherpa
Vegleiðarar frá fyritøkuni Sherpa taka ímóti tykkum, og so byrjar túrurin.
Tú skalt ikki hava kálvahjarta, tá ið tú kemur út á eggina og hyggur niður í Fossdalsgjógv. 25 metrar eru niður, og tá ið tú hugsar um, at tú skalt útav, so hvørva úr huga allir gerandistankar, og eftir eru bara tú og upplivingin.
Tú ert í góðum hondum. Vegleiðararnir síggja til, at tú ert í tryggum hondum, og løtu seinni hevur tú fast undir føti niðriundir. Nú fert tú á rennistrongi yvir um munnan, og so stendur tú á Tinghellu.
Her hildu føroyingar várting í forðum. Søgnin sigur, at eisini Gøtutróndur og Sigmundur Brestisson komu higar. Men í forðum hvørki sigu ella klivu menn fyri at koma til. Teir tóku stytstu leið og komu við báti, men tað er onnur søga.
Góður biti frá Hanusarstovu
Her á helluni geva vit okkum náðir at njóta ein góðan bita. Heimabakað súrdeigsbreyð við føroyskum viðskera frá Harriet í Hanusarstovu og ein køkubita omaná. Løtan er góð.
Og so er at sleppa sær upp aftur á eggina. 20 metrar ígjøgnum svarta bergið, men eisini tað er væl fyriskipað. Íbundin og við góðum høldum festum í bergið er ikki leingi, so stendur tú uppi aftur á sløttum, og ein frálíkur túrur er at enda komin.
Um tú ert áhuga/ur‚ ring +298 238000 ella skriva til sherpa@sherpa.fo
Fleiri myndir eru á Sherpa.fo