Skip to content

Toftavatn

Skamt frá virkseminum á havnarlagnum í lyngklædda heiðalendinum liggur Toftavatn, sum er fjórðstørsta vatn í landinum. Her er avbera vakurt  og nógvur fuglur er í økinum, serliga um sumrarnar, tá flytifuglurin vitjar úr heitari londum. Gongugøtan kring vatnið eins og aðrir vegateinar í økinum eru eyðmerktar sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.

Eitt náttúruvakurt og friðarligt stað, har ein kann njóta náttúruna og fuglaljóðið. Ein gøta gongur frá Skúlanum við Løkin og út til Toftavatn. Ein lættur túrur sum øll kunnu gera, eisini við børnum.

Back To Top