Skip to content

Vitja Garðahúsið

Kom og njót heimablídni í Garðahúsinum og vakra urtagarðin uppi á Gørðum í Søldarfirði.

Vertirnir borðreiða við breyði og føroyskum viðskera, væl umtóktu fiskasúpan síni og onkrum leskiligum omaná. Garðahúsið er ikki bert eitt njótilsi fyri smakkleykirnar, men eisini fyri eyguni. Tí uttan fyri stovuvindeygað goymir seg ein aldingarður við vøkrum vøkstri, hugnaligum krókum, fuglaljómi og útsýni yvir allan Skálafjørðin.

meira á: www.gardahusid.fo

Garðarvegur 27, 660 Søldarfjørður

Back To Top