Skip to content

Toftavatn

Framsýningin ‘Hvat er ein skón?’ verður aftur í ár at uppliva runt Toftavatn. Anette Sonne hevur sett hana upp, fyri at geva okkum innlit og varpa ljós á livandi verur kring vatnið. Hetta er tí, eitt upplagt høvi at læra eitt sindur um føroysku náttúruna.

Toftavatn er fjórðstørsta vatn í landinum. Her er avbera nógv fuglalív í økinum, serliga um sumrarnar, tá flytifuglurin vitjar úr heitari londum. Gongugøtan kring vatnið er eyðmerkt sum Sóljuleið, ið er serliga náttúruvakrir vegateinar kring landið.

Eitt fagurt og friðsælt stað, har ein kann njóta umhvørvið, fuglaljóðið og angan av føroyskum blómum. Ein lættur túrur við fjølbroyttum náttúru upplivingum ið øll kunnu ganga.

Toftavatn

Back To Top