Funnings kirkja

Funnings kirkja er fimta kirkja Niðri á Hólmanum. Kirkjan er eitt handverksligt meistaraverk frá 1847, ið er evna við listarligum tilviti bæði uttan og innan. Glógvandi litspælið í ellidæmda, ómálaða viðinum í væl skipaða kirkjurúminum gevur eina kenslu av lívgandi friðsælu. Í kirkjuni er ómálaður Kristusfigurur frá fyrstu kirkjuni, sum varð bygd umleið 1690.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar]

Formaður í kirkjuráðnum:
Sámal Petur Petersen, Niðri í Túni 1,  475  Funningur, tlf. 42 32 11 & 26 41 54
T-postur: funnings(at)kirkja.fo

Upplatingartíð:
Opið eftir avtalu við kirkjuráðið, Sámal P. Petersen tel. 26 41 54.
Kirkjugonga sunnudag
(summarhálva) kl.11 (Onkuntíð, um prestur er, verður Guðstænastan flutt til kl.11.30 (vetrarhálva) kl.12

Les meira um kirkjuna í Funningi HER 
Les meira um Funning HER

Funnings Kirkja
Kirkja